Nýkomin til Føroya

Bóklingur á føroyskum og á enskum til útlendingar, ið taka búgv í Føroyum og onnur áhugaði. Sí leinkju til enska og føroyska útgávu niðast, sí eisini leinkjur til einstakar partar niðanfyri.

Her finnur lesarin viðkomandi upplýsingar frá almennum stovnum og ymsum tænastuveitarum. Høvuðssakliga snýr tað seg um hesar sjey partar:

  • At flyta til Føroya
  • Frálæra í føroyskum og føroyskari mentan
  • Arbeiði
  • Heilsa
  • Børn, skúli og útbúgving
  • Ferðafólkaflutningur og aðrar tænastur
  • Frítíð

Aftast í bóklinginum er ein partur við ymiskum hentum upplýsingum:

Hentar upplýsingar

Harumframt eru til hvørt evnið tilvísingar til stovnin ella tænastuna, sum ein hevur brúk fyri. Til dømis kunnu nevnast heilsutænastur í Føroyum, tøka tulkatænastu, hvussu ein stovnar eina bankakonti.

Prentaða útgávan er eisini ókeypis tøk á kommunuskrivstovunum kring landið og á Útlendingastovuni.

Føroyskt
Enskt